sábado, 5 de janeiro de 2013

Kærleiksbræv Frá Pápa

 Rópið frá einum faðirs hjarta frá 1. Mósebók til Johannesar Opinbering...


Barn Mítt…

Tú kennir meg kanska ikki, men eg veit alt um teg.  Sálmur 139:1        
Eg veit nær tú situr og nær tú stendur.  Sálmur 139:2  
Eg kenni allar vegir tínar.  Sálmur 139:3      
Sjálvt hvørt hár á høvdi tínum havi eg talt.   Matt. 10:29-31    
Tí tú vart skaptur í mínum bílæti.  1. Mós. 1:27    
Í mær livur tú, rørist tú og ert til.  Ápl. 17:28    
Tí tú ert mín ætt.  Ápl. 17:28    
Eg kendi teg, áðrenn tú vart til í móðurlívi.  Jer. 1:4-5    
Eg valdi teg frammanundan, tá eg legði til rættis skapanina.  Ef. 1:11-12            
Tú var ikki ein feilur, tí allir dagar tínir eru uppskrivaðir í bók míni.  Sálmur 139:15-16          
Eg havi ásett tíðina fyri tíni føðing og hvar tú skalt búgva.  Ápl. 17:26                  
Tú ert virkaður so ómetaliga undurfult.  Sálmur 139:14    
Eg havi vovið teg inn í móðurlívið.  Sálmur 139:13          
Eg havi ført teg til lívið, tann dagin tú vart føddur.  Sálmur 71:6          
Tey, sum ikki kenna meg, hava sagt ósatt um meg, givið eina skeiva mynd av mær.  Joh. 8:41-44    
Eg eri ikki langt burtur og vreiður, men eri tann fullkomna myndin av kærleika.  1. Joh.br. 4:16                 Tað er mítt ynski at yviroysa teg við mínum kærleika, bara tí at tú ert mítt barn og eg eri faðir tín..1. Joh.br. 3:1      
Eg kann geva tær meira enn jørðiski faðir tí nakrantíð kann.  Matt. 7:11        
Tí eg eri hin fullkomni faðirin.  Matt. 5:48      
Allar góðar gávur, sum tú fært, koma av míni hond.  Ják. 1:17        
Tí eg syrgi fyri tær og metti allan tín tørv.  Matt. 6:31-33      
Mín ætlan fyri framtíð tína er merkt av friði, og hevur altíð verið full av vón.  Jer. 29:11    
Tí eg elski teg við einum ævigum kærleika.  Jer. 31:3      
Mínir tankar um teg eru endaleysir, líka sum sandurin á strondini.  Sálmur 139:17-18          
Og eg gleðist yvir teg við sangi.  Zefaniasar bók 3:17  
Eg vil ongantíð halda upp at við at gera gott í móti tær.  Jer. 32:40    
Tí tú ert mín dýrabara ogn.  2. Mós. 19:5        
Eg ynski at vaksa fram í tær, av øllum mínum hjarta og allari sál míni.  Jer. 32:41          
Og eg skal vísa tær tað, ið er stórt og undurfult.  Jer. 33:3    
Um tú søkir meg av øllum hjarta tínum, skalt tú finna meg.  5. Mós. 4:29        
Gleð teg í mær, og eg skal geva tær alt, ið hjarta títt tráar eftir.  Sálmur 37:4          
Tí tað var eg, ið gav tær hesi ynski. Fil. 2:13    
Eg megni at gera meira fyri teg, enn tú ert mentur at skilja.  Ef. 3:20            
Tí eg eri tín størsta troyst.  2. Tess. 2:16-17    
Eg eri eisini faðir tín, ið troystar teg í øllum trongdum tínum.     2. Kor. 1:3-4    
Tá hjarta títt er mótfallið, eri eg nær hjá tær.  Sálmur 34:19      
Sum ein hirði, ið ber seyðin, havi eg borið teg nær mínum hjarta.  Es. 40:11        
Ein dag skal eg turka hvørt tár, av eygum tínum Opinb. 21:3-4    
og taka burtur alla pínu, ið tú hevur havt her á jørðini.  Opinb. 21:3-4    
Eg eri Faðir tín, og eg elski teg, líka sum eg elski son mín, Jesus.  Joh. 17:23      
Tí gjøgnum Jesus er kærleiki mín opinberaður tær.  Joh. 17:26      
Hann er ímyndin av mær.  Hebr. 1:3    
Hann kom fyri at vísa, at eg eri við tær og ikki ímóti tær.  Róm. 8:31      
Og fyri at siga tær, at eg ikki telji syndir tínar.  2. Kor. 5:18-19                    
Jesus doyði, so at tú og eg kundu gera sátt við hvønn annan.  2. Kor. 5:18-19    
Deyði hansara var kærleiki mín til tín.  1. Joh.br. 4:10      
Eg spardi ikki mín elskaða son, Róm. 8:31-32    
so eg kundi vinna tín kærleika.  Róm. 8:31-32    
Um tú tekur ímóti gávuni, sum er Jesus, tekur tú í móti mær.  1. Joh.br. 2:23    
Og einki skal aftur kunna skilja teg frá kærleika mínum.  Róm. 8:38-39    
Kom heim og eg skal gera eina veitlsu fyri tær,  tann stórsta,    ið himmalin nakrantíð hevur
sæð.  Luk. 15:7    
Eg havi altíð verið faðir tín, og vil altíð vera faðir tín.  Ef. 3:14-15
Mín spurningur er "Vilt tú vera mítt barn?  Joh. 1:12-13  
Eg bíði eftir tær.  Luk. 15:11-32

             …Kærar Heilsanir Pápi Tín –

                                Tann Almáttugi Guð

 Used By Permission    Father Heart Communications    Copyright 1999-2003     www.FathersLoveLetter.com    Faroese FLL Translated by Finngerð Djurhuus Olsen

Nenhum comentário:

Postar um comentário